06 Juli 2010

Cimber Sterling boðar frá í tíðindaskrivi:
1. novembur 2010 byrjar Cimber at flúgva beinleiðis millum Keypmannahavn og Tel Aviv. Hetta er fyrsta ruta hjá felagnum uttanfyri Europa. Flogfelagið væntar at nýggja rutan er áhugaverd, bæði fyri handils- og frítíðar ferðandi til Ísraels.
"Nútíðar stórbýurin Tel Aviv vendir sær bæði til ferðandi í handilsørindum og frítíðarferðandi í øllum Norðurlondum. Cimber Sterling er einasta felag sum flýgur beinleiðis úr Danmørk vetrarhálvuna, og vit vænta hópin av ferðafólki á hesum nýggja og spennandi ferðamáli, samstundis sum handilsferðandi fáa stóran fyrimun av hesum nýggja beinleiðis sambandi", sigur Lars Bording, sølustjóri í Cimber Sterling, og leggur afturat: ”Og hetta er eisini eitt serligt ferðamál fyri okkum, av tí at vit ikki áður hava flogið út um Evropa.”
Byrjað verður 1. november 2010 og flogið verður 3 ferðir um vikuna:
Mánadag, mikudag og fríggjadag:
úr Keypmannahavn kl. 09.05 (koma Tel Aviv kl.14.25)
úr Tel Aviv kl. 15.20 (koma Keypmannahavn kl. 19.20)
NB: Sølan av ferðaseðlum er byrjað og eru prísirnir úr kr. 895,- hvønn vegin.
FAROE TRAVEL hevur nógvar royndir í ferðing til Ísraels, og er til reiðar at veita tænastu og at leggja ferð tína til rættis.